
Dreymakvinnan á Gentuvesinum
Tað kendist løgið at siga, at hetta var tann seinasta beinleiðis sendingin í eina tíð eftir, at Gentuvesið hevur verið beinleiðis í útvarpinum í tvey ár.
Fyri at hátíðarhalda Gentuvesið, vitjaðu tríggjar serstakar kvinnur studio 4.
Mia H. Smith, listakvinna og grafikari, Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum og listakvinna, og Marianna Winter, tónlistakvinna, vóru við.
Tær fingu úr at gera og fingu nógv at loysa.
Hvat skal ein gera, sum hevur damu, tey hava verið saman í fimm ár, hon er sera fitt, hann er góður við hana, men hann hevur møtt einari, sum er hansara dreymakvinna. Skal hann gera tað liðugt við damuna? Hvat skulu tvær vinkonur gera, sum altíð mugu ansa eftir vinkonuni í býnum, tí hon dugir ikki at drekka? Heldur tú, at mann skal senda eina kæru til leiðsluna, tá ið ein lærari altíð ger "Det sagde hun også i går", "jokes"? Ger tað mun, at tær fáa húgvuna nú, og ikki skulu hava hann sum lærara í næsta ár? Og er nakað at gera, tá ið tvær vinkonur eru óvinir, og tær hála teg upp í? Hvat nú, um tú heldur, at tað sum ein hevur gjørt er skeivt?
Vit hoyrast komandi mikudag í útvarpinum. Tá eru tað bara vit báðar, Annika og Rannvør, sum vera í útvarpsstovuni.
30. juni verður Gentuvesið live tiltak í Reinsaríðnum. Tað ber til at lesa meira um tiltakið og keypa atgongumerkið her:
https://torsgota.fo/tiltok/gentuvesid-live/
Gentuvesið
Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.
- Antal afsnit: 50
- Seneste afsnit: 2024-12-31
- Nyheder